Seinasta fríggjakvøld kom klutur í gekka-spælið, tá spælt varð um tær tvær miljónirnar krónurnar, sum var høvuðsvinningurin í gekkinum. Í endanum av spælinum byrjaðu tøl at koma umaftur, og endin varð, at gekkaverturin tað kvøldið, Jan Gardar, noyddist at steðga spælinum.
Men, seinasta fríggjakvøld var kortini ein vinnari, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum. Kortini slapp viðkomandi ikki at snara gekka-hjólinum, tí órógv og óvissa var um, hvussu teknisku trupulleikarnir, sum stóðust, skuldu loysast.
Fyrst í gekka-spælinum í kvøld slapp vinnarin frá seinasta fríggjakvøldi, Erla Nielsen úr Norðragøtu, tískil at snara hjólinum. Hon valdi at deila tær tvær miljónir krónurnar í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 75.000 krónur. Men, Erla Nielsen vildi royna einaferð aftrat. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 30.000 krónur.
- Eg haldi, eg royni eina seinastu ferð, segði kvinnan í Norðragøtu.
Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.
- Tað er eisini ordiliga gott at fáa, segði Erla Nielsen, sum eisini upplýsti yvirfyri vertinum, sum í kvøld var Magnus Magnussen, at hon hevði keypt ein nýggjan gekk til seinna og regluliga spælið í kvøld.











