Eg fari ikki at vera løgtingslimur samstundis sum eg eri borgarstjóri.
Tað staðfestir Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Umframt at vera borgarstjóri í Havn, stillaði hon eisini upp til løgtingsvalið, og nú Fólkaflokkurin er við í samgonguni, lagaði valúrslitið seg soleiðis, at Annika Olsen hevur fingið ein tingsess.
Og í gjár tók hon sæti á Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Men tað var bara í gjár, tí longu tá løgtingsfundurin var liðugur skuldi hon biðja um farloyvi úr Løgtinginum fyri at vera borgarstjóri burtur av.
Á løgtingsfundinum í gjár vórðu tingnevndirnar valdar og Annika Olsen fekk tveir nevndarsessir, nevniliga ein sess í Uttanlandsnevnini og ein sess í Trivnaðarnevndini
Hon hevur altíð verið ímóti at fulltíðarsettir borgarstjórar skulu vera løgtingslimir eisini, tí borgarstjórastarvið er so krevjandi.
Og tí sjónarmiðinum víkir hon ikki frá nú, men hon sigur, at hon fer í farloyvi í Løgtinginum og fer at vera borgarstjóri burtur av, sigur hon.
Og tað verður hon í hvussu so er til býráðsval verður aftur í november næsta ár.











