- Eg haldi ikki jól, men eg njóti alt tað góða, jólini hava við sær av mati, ljósi og hugna.
Tað segði kenda føroyska sangarindan, Anna Nygaard, við Sosialin nú ein dagin.
Hon varð kend um alt ríkið tá ið hon var við í donsku X-Factorkappingini í 2010, har hon rákk einum fimtaplássi.
Anna Nygaard er Jehovas vitni og tey halda hvørki jól, páskir ella aðrar halgidagar, tí tey halda, at hesar høgtíðir hava ein heidnan uppruna.
Hon sigur við blaðið, at ístaðin fyri at halda jól, setir hon jólatíðina í samband við hugna, ljós og gleði.
Henni dámar eisini dunnu, gløgg, rísgreyt, smákakur, luktin av kaneli og neliki, marsipan, gávur og frítíð, men hon setir tað bara ikki í sambandi við jólini, sum nógv onnur gera.
Fyri meg er jólatíðin partur av einari hugnaligari vetrartíð, og tað er ein tíð, sum eg elski, sigur Anna Nygaard. Og teir frídagarnir, sum eru á jólum, kann hon brúka saman við familjuni, sigur hon.
Hon sigur, at hon fær góðan frið til at velja jólini frá, tí tað er familjan hevur somu áskoðan á jólini, og vinfólk hennara virða eisini tað, at hon ikki heldur jól.
- Tað er ikki soleiðis, at eg skal standa til svars fyri, at eg ikki eri partur av jólahaldinum, sigur Anna Nygaard.
Hjá mongun, helst hjá børnunum eru jólagávur ein týðandi partur av jólum, men Anna hevur ikki saknað jólagávur.
- Eg eri ikki uppvaksin við at fáa jólagávur, og tí sakni eg tað ikki, og hinvegin ber til at geva gávur og fáa gávur aðrar tíðir á árinum, segði hon við Sosialin.
- Onkuntíð siga fólk við meg, at tey øvunda mær, at eg sleppi undan øllum jólarokinum tað er at keypa gávur, sigur Anna Nygaard.
- Eg kann bara siga, at eg njóti alt tað góða, sum jólini hava við sær av mati, ljósi og hugna, og fyri tað, um eg ikki haldi jól, kann eg saktans hugna mær hesa tíðina. Teir frídagarnir, sum eru á jólum, kann eg eisini brúka saman við familjuni, sigur Anna Nygaard.
Hon sigur, at hon fær góðan frið til at frávelja jólini sum høgtíð.
- Familjan er jú øll partur av hesum, og vinfólkini, sum eg havi, virða eisini, at eg ikki haldi jól. Tað er ikki soleiðis, at eg skal standa til svars fyri, at eg ikki eri partur av jólahaldinum, sigur Anna Nygaard við Sosialin.









