Hon eitur frælsi

Brot úr røðu løgmans í samband við at standmynd av stabbagróti varð avdúkað á Tvøroyri sunnudagin tann 29. august

 
Tíðindaskriv
Løgmansskrivstovan
 
Góða samkoma
Tað er ikki á hvørjum degi, at vit á Tvøroyri avdúka eina standmynd við røðu, tónleiki og kórsangi. Men hetta er heldur ikki ein standmynd av tí vanliga slagnum. Tað er ikki ein standmynd av onkrum úrmælingi, sum eftirtíðin skal minnast, men ein standmynd av nøkrum, sum vit hava sæð hvønn Guðs skapta dag - ein standmynd av okkara egna heimaumhvøvi ? av okkara egnu oyggj ? av okkara egna landi.
...Sermerkta stabbagróti, sum sæst nógva staðni í Suðuroy, er partur av niðastu og elstu jarðfrøðini á landi í Føroyum.
...Standmyndin ímyndar við øðrum orðum tað, sum altíð hevur verið, og tað, sum kemur og fer. Stabbagrótið hevur altíð verið her og fer altíð at vera her, men fuglurin flýgur frælsur - fer avstað, men vendir altíð heimaftur til Føroya.
...Standmyndin hevur fingið heitið ?Frælsi?. Uttan at fara út í tær stóru útleggingar av hesum lítla fitta orðið, sum týðir nakað serligt fyri hvønn einstakan okkara, so lat meg enda við vøkru yrkingini hjá Bjørn Afzelius, sála, sum Steintór Rasmussen umsetti til føroyskt:
 
?Frælsi er títt vakra navn
Góðlæti er tín stólta móðir
Rættvísi er tín bróður
Fríðurin tín systir
Stríðið er tín faðir
Framtíðin tín ábyrgd
Frælsi er títt vakra navn?
 
Takk fyri.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður