Holst við dreymamáli

Eftir argandi skaðasteðg er føroyski landsliðsframherjin, Christian Lamhauge Holst, við at finna stevið aftur. Um vikuskiftið kom hann á máltalvuna fyri felag sítt, Silkeborg IF, tá ið teir á heimavølli vunnu 3-0 ímóti gamla felagnum hjá Christiani, Lyngby BK.

Marvin Pourie gjørdist tvífaldur málskjútti í fyrra hálvleiki, áðrenn Christian Lamhauge Holst við einum frálíkum máli sló sigurin fastan í seinna hálvleiki og skoraði til endaliga úrslitið, 3-0 til Silkeborg. Christian spældi gott samanspæl við tvífalda málskjúttan, áðrenn hann setti tveir verjuleikarar av og yvirlegið lyfti bóltin upp um málverjan.
Við sigrinum tryggjaði Silkeborg sær fimta plássið í Superliguni, men nú seks umfør eru eftir at leika, tykist 4. plássið og plássið um Europa League at hvørva. FC Midtjylland vann nevniliga sín dyst 2-0 ímóti Brøndby og er á 4. plássi sjey stig frammanfyri Christian og teir úr Silkeborg.