Í kvøld eru dystir í donsku steypakappingini, og ein av dystunum er millum Lyngby og Frem Sakskøbing, sum spælir í lægru deildunum í Danmark. Fleiri av teimum føstu spælarunum hjá Lyngby hava fingið frí til dystin í kvøld, og ein av teimum er álopsspælarin Christian Lamhauge Holst. Lyngby hevur staðið seg væl í fyrstu umførunum av nýggju kappingini í 1. deild og liggur í løtuni á odda. Um vikuskiftið er aftur dystur á skránni, og tí sleppa fleiri spælarar at hvíla til dystin í kvøld, sum Lyngby eigur at vinna uttan stórvegis trupulleikar.