Holocaust minningarløta í Østrøm

Í ár verður gestarøðari úr Jerusalem, sum fer at halda fyrilestur á minningarløtuni.

Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 miljónir jødar týndir, umframt at fólk úr øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast henda sorgarleik, er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust.

 

1. november 2005 samtykti ST einmælt, við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust og øll onnur fólkadráp, frammanundan og síðan.

 

Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kunnu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur verða framd.

 

Á Føroya Løgtingi verður eisini virkað fyri, at 27. januar verður viðurkendur í Føroyum sum almennur minningardagur um Holocaust.

 

Vinafelagið Føroyar-Ísrael vónar, at hesin stóri sorgarleikur í farnu øld - eisini í Føroyum - fær henda dagin sum ein virðiligan minningardag.

 

Týskvøldið 27. januar klokkan 19.30 skipar Vinafelagið Føroyar – Ísrael fyri Holocaustminningarløtu í Østrøm í Havn.

 

Í ár fær felagið serliga vitjan úr Jerusalem. Tað er leiðarin í deildini fyri vinafeløg í Keren Hayesod, Shmulik Fried, sum fer at hava fyrilestur um, hvussu Keren Hayesod síðan 1920 hevur hjálpt jødum heim til Ísraels og hjálpt teimum til rættis í  heimlandi sínum.

 

Á skránni verður eisini sangur, filmur og drekkamuður, og øll eru hjartaliga vælkomin.