Hollywood syrgir eftir tapið av sjónleikaranum Paul Newman, ið fríggjadagin doyði av krabbameini, 83-ára gamal.
- Eg havi mist ein sera, sera góðan vin, sigur Robert Redford frá, sum hevur spælt saman við Newman í filmum sum ?Butch Cassidy and the Sundance Kid? og ?The Sting?.
Kevin Spacey lýsir deyða Newmans sum ?eitt stórt tap av einari stórari og undirbrottligari stjørnu?.
Bill og Hillary Clinton siga um Newman, at hann var ?eitt amerikanst ikon, ein filantropur og ein fyrimynd fyri nógv børn?.
Í Los Angeles vóru sera nógvar blómur lagdar á stjørnuna hjá Newman á Hollywood Walk of Fame, tá ið Motion Picture Association of America heiðraðu ?fantastisku karrieru hansara?.
Í langu karrieru síni, sum vardi yvir 50 ár, spældi Newman í fleiri enn 60 filmum. Hann doyði ein friðarligan deyða í heimi sínum í Connecticut.