Hollande mist undirtøku

Upp undir forsetavalið í Fraklandi fyrr í ár lovaði Francois Hollande at seta ferð á búskapin, um hann vann valið. Nógvir veljarar trúðu honum, og hann vann eisini valið.

Men nú hava nógvir av hansara veljarum mist tolið við forsetanum. Ein meiningakanning, sum sunnudagsblaðið JDJ hevur staðið fyri, vísir, at 43 prosent av teimum spurdu eru nøgd við avrikini hjá forsetanum. Fyri einum mánað síðani høvdu 54 prosent ta áskoðanina.

Fransmenn hava eisini kent sviðan av búskaparkreppuni í ES, hóast teir eru munandi betur fyri at grannarnir í Spania og Italia. Men javnan eru tíðindi um fyritøkur, sum gevast, og aðrar, sum senda fólk til hús. Eitt nú hava bilaverksmiðjan Peugeot og heilivágfyritøkan Sanofi sent fleiri túsund fólk til hús nýliga.