Hevði forsetaval verið í Fraklandi í dag, hevði sosialisturin Francois Hollande smurt tann borgarliga Nicolas Sarkozy av. Tað vísir ein nýggj meiningakanning. Eftir henni hevði Hollande fingið 64 prosent av atkvøðunum og Sarkozy 36 prosent.
Í Fraklandi er forsetavalið í tveimum umførum. Tað fyrra verður í apríl næsta ár og tað seinna ein mánað seinni.
Meiningakanningin sigur, at Francois Hollande fer at fáa 39 prosent í fyrra valumfari og Nicolas Sarkozy 23 prosent. Tann víðgongdi høgraleiðarin, Marie Le Pen, fær 19 prosent. Seinna umfar verður so millum Hollande og Sarkozy, og tá gevur kanningin avbjóðaranum tryggan sigur, skrivar AFP úr París.










