Eftir ein ótrúligan 5-1-sigur ímóti Spania í fyrsta dystinum var væntað, at Hollan kundi gera tað sama við Avstralia, men soleiðis bleiv als ikki. Holland mátti toyggja hvørja lykkju fyri in tepran 3-2-sigur.
Arjen Robben skeyt sítt triðja mál í hesum HM-endaspælinum eftir 20 minuttum, tá ið hann rann frá mótleikarunum og skeyt Holland á sigurskós. Gleðin var tó stokkut hjá hollendingum, tí minuttin seinni javnaði stjørnan á avstralska landsliðnum, Tim Cahill, til eitt 1-1 við einum dundurskoti frá brotsteigarmarkinum.
Tá ið góðir tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk Avstralia brotspark eftir at Daryl Janmaat hevði havt hondina á bóltinum. Brotssparkið umsetti liðskiparin Mile Jedinak til mál, og so var Avstralia púra óvæntað á odda 2-1.
Holland svaraði tó skjótt aftur og við góðum uppleggi frá innskifta Memphis Depay gjørdist Robin van Persie leysur og javnaði til 2-2. Hetta var hansara triðja mál hetta HM-endaspælið. Tíggju minuttir seinni var tað Memphis Depay sjálvur, sum gjørdist sigursharri, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, 3-2 til Holland, við einum skoti, sum avstralski málverjin, Matt Ryan, helst man iðra seg um at hann ikki bjargaði.
Holland liggur nú væl fyri at koma víðari sum 1-ari úr bólki B, har Spania og Kili hittast í kvøld kl.20.00.
Avstralia: Mathew Ryan - Ivan Franjić, Matthew Špiranović, Alex Wilkinson, Jason Davidson - Mark Bresciano (51. Oliver Bozanic) Mark Milligan - Mile Jedinak, Tim Cahill (69. Ben Halloran) Tommy Oar (77. Adam Taggart) - Mathew Leckie.
Holland: Jasper Cillessen - Daryl Janmaat, Ron Vlaar, Stefan de Vrij - Bruno Martins Indi (45. Memphis Depay) Daley Blind, Jonathan de Guzmán (78. G. Wijnaldum) Wesley Sneijder - Nigel De Jong - Robin Van Persie (87. Jeremain Lens) Arjen Robben
Avstralia – Holland 2-3 (1-1)
0-1: Arjen Robben, 20.
1-1: Tim Cahill, 21.
2-1: Mile Jedinak, 54. (br.)
2-2: Robin van Persie, 58.
2-3: Memphis Depay, 68.
Dómari: Djamel Haimoudi (Algeria)











