Holið í hjartanum lekist ongantíð

Tað er ein sorgarbundin elsta dóttir Kim Larsen's, Alice Eva Larsen, sum á sínari Facebook-síðu setir orð á sínar kenslur.

Tað er ein sorgarbundin elsta dóttir Kim Larsen's, Alice Eva Larsen, sum á sínari Facebook-síðu setir orð á sínar kenslur, nú pápin doyði seinasta sunnumorgun.

 

Hin 38 ára gamla skrivar um deyðsfallið sum eitt snarljós, ið sló niður í hennara hjarta og læt eftir seg eitt svart hol, sum hon sigur ongantíð verður heilt aftur.

 

- Pápi var mítt heim, mín tryggleiki, mítt akker og mín timburflaki. Hann gav mær tey tryggastu, heitastu og eydnuríkastu barnaárini, sum eg av mínum hjarta hevði unt neyðars børnum, sum fáa lítlan kærleika og umsorgan, skrivar Alice Eva Larsen.

 

Tá Kim Larsen doyði sunnumorgunin, var øll hansara familja savnað um hann. Kendi sangarin og sangskrivarin fekk Alice Evu Larsen saman við síni næstu konu, Hanne Qvist Larsen, sum hann var giftur við árini 1973–1994.

 

Aftrat Alice Evu Larsen fekk Kim Larsen eisini sonin, Sylvester og dótrina Molly við Hanne Qvist Larsen.

 

Á sínari Facebook-síðu sigur Alice Eva Larsen, at pápi hennara lærdi hana altíð at vera blíða við onnur menniskju og ongantíð at døma frammanundan.

 

- Hann lærdi meg at hjálpa øðrum, tá eg var eitt sindur meira heppin enn onnur. Hann lærdi meg ongantíð at vera gíriga, og hann og mamma mín lærdu meg at elska og virða onnur menniskju, soleiðis sum tey eru, sigur Alice Eva Larsen.