Í gjárkvøldið klokkan hálvgum seks fór fótbóltslandsliðið úr Vágum. Flogfarið hjá Atlantsflog skuldi eftir ætlan lenda í Prag klokkan hálvgum tíggju í gjárkvøldið, og seinasta fótbóltsflogferðin hjá landsliðsmonnunum í ár verður leygarkvøldið. Dysturin móti Kekkia verður leygarkvøldið klokkan 20.15. Eftir lokið stríð verður farið beinleiðis í floghavnina, haðani tað verður farið á midnátt, og ferðalagið ætlast at vera aftur í Vágum sunnumorgunin klokkan trý.
Á døgurða í dag verður landsliðshópurin fullmannaður. Óli Johannesen, Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen koma úr Keypmannahavn, og tað varð í gjár roknað við, at teir fara at taka lut í venjingini seinnapartin í dag.
Dysturin í Prag er tann síðsti tíggjundi og seinasti í EM undankappingini, sum hevur verið á skránni í fjør og í ár, og longu undan dystarbyrjan er tað greitt, at føroyska liðið fer at enda á sætta og aftasta plássinum.
Kekkiska mótstøðuliðið hjá føroyingunum var fyrsta liðið av øllum í EM undankappingini, sum spældi seg í EM endaspælið í Hollandi og Belgia komandi summar, og setningurin hjá teimum hesa ferð er at syrgja fyri, at teir megna allar tíggju dystinar uttan at geva nakað stig frá sær.
Sambært FIFA styrkislistanum skulu føroyingar kappast ímóti næstbesta landsliðnum í heiminum, og tað er vorðið sum mótstøða.
Skotland hevur møguleikan
Í fyrrakvøldið varð greitt, at Skotland hevur vunnið rættin at spæla tveir dystir um eitt pláss í EM endaspælinum. Skotland vann á heimavølli 1?0 ímóti Bosnia-Hersegovina. John Collins skoraði málið uppá brotsspark, tá 26 minuttir vóru farnir. Brotið var framt ímóti málskjúttanum sjálvum.
Bosnia stríddist væl og leingi fyri at javna, og teir vóru tætt við fleiri ferðir. Tá fimm minuttir vóru eftir sendi Elvir Baljic úr Real Madrid í tvørtræið.
Skotland hevur fimtan stig, og á triðja plássinum í bólki níggju er Estland við ellivu stigum. Síðstu dystirnir í bólkinum verða spældir leygardagin. Umframt Kekkia?Føroyar eru hinir dystirnir Estland?Bosnia og Skotland?Litava.