– Vit harmast, at Dizzy Mizz Lizzy tíverri hevur givið avboð til Voxbotn 2022.
Soleiðis skriva fyriskipararnir av Voxbotn á Facebook nú seinnapartin.
Orsøkin er sum skilst koronustøðan, boðar danski rokkbólkurin frá, sambært einari skermmynd, sum Voxbotn hevur lagt út. Har stendur:
– Koronustøðan og tær nógvu avlýsingarnar og flytingarnar seinastu tvey árini hava elvt til eitt risastórt puslispæl fyri at fáa alt at ganga upp. Tað merkir, at vit í ár tíverri mugu avlýsa okkara konsert á Voxbotn. Vit hopa, at tit skilja, og gleða okkum at koma til Føroya, so skjótt møguleikin verður aftur.
Um fólk vilja fáa sítt atgongumerki endurrindað, er ein freist á fimm dagar.
– Ynskir tú, av hesari orsøk, ikki at luttaka á ársins Voxbotn, ber til at fáa endurgjald við at útfylla her https://www.voxbotn.fo/endurgjald Freistin er 20.02.2022. Vit gleða okkum tó til enn eitt Voxbotn 2022 brak og fara at kunngera enn fleiri nøvn skjótast gjørligt, siga fyriskipararnir.