Høvdu yvirskot – hóast hart rakt av koronu

Alt virksemið hjá Smyril Line er ikki líka hart rakt av koronu – og tey hava góðar vónir um framtíðina

Eingin vinna er so hart rakt av koronu, sum ferðavinnan er. Men kortini hevði Smyril Line 7,8 milliónir í yvirskoti í fjør. Eyðsæð er tað munandi verri enn árini frammanundan, og tað er sjálvandi korona, sum hevur skyldina av tí.

 

Men bara tað, at ein felag í ferðavinnuna hevur avlop í koronutíð, er kanska ikki eindømi, men rættiliga sjáldsamt. Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Smyril Line, sigur í tíðindunum á FM1, at ferðafólkatalið við Norrønu fall í botn, so tað hevur ikki verið tað, sum hevur verið bjargingin.

 

Men í Smyril Line eru tey so væl fyri, at tey hava fingið fleiri streingir at spæla upp á. Og ein av hesum streingjum er eitt væl útbygt net til farmaflutning – og farmaflutningur er ikki rakt av koronu sum ferðafólkaflutningur er.

 

Jens Meinhard Rasmussen sigur, at í dag hevur Smyril Line nógvan farmaflutning ímillum Ísland, Føroyar, Noreg og meginlandið og nú er eisini ein farmaruta ímillum Noreg og Niðurlond. Nevndarformaðurin sigur, at hetta hevur Smyril Line lagt dent á fyri ikki at vera so bundin at einum ávísum marknaði.

 

Hann sigur kortini, at sum heild eru útlitini fyri ferðafólkaflutning er rættiliga góð, tí eftirspurningurin er rættiliga stórur. Men í løtuni er ferðafólkaflutningurin rættiliga nógv avmarkaður og vónin er, at í juni mánað eru vit komin so langt við koppsetingum, at tað ber til at fáa gongd á søluna av ferðaseðlum við Norrønu.