Høvdu yvir 12.400 skaðar í fjør

Í so máta var árið í fjør eitt nógv verri ár enn 2021 var

Í fjør rindaði Betri Trygging endurgjald fyri 12.481 skaðar og tað er væl meiri enn í 2021, tá ið tey rindaðu endurgjald fyri 10.732 skaðar.

 

Tað sigur Betri Trygging í tíðindaskrivi í morgun. Í fjør rindaði tryggingin tilsamans 225 milliónir í endurgjaldi fyri skaðar.

 

– Vit høvdu bæði stormar, skriðjulop, skipbrot, aliskaðar og eldsbrunar, umframt sera nógvar ferðaskaðar, umframt allar teir vanligu smáskaðarnar í fjør, sigur Ingun Eiriksdóttir, stjóri.

 

##med2##

 

Umframt at fleiri skaðar hava verið, hava tey eisini fingið fleiri sløg av tryggingum, sum fólk kunnu fáa sær og tað sæst eisini aftur í tølunum. men samstundis er fíggjarliga grundarlagið undir Betri Trygging, batnað. Tað er solvensdekningurin.

 

Samstundis, sum skaðarnir vóru nógvir, er íløgumarknaðurin framvegis óstøðugur, og prísirnir halda fram at hækka.

 

Yvirskotið var 10 milliónir í fjør. Aftur í ár fer Betri at lata viðskiftafólkunum burturav yvirskotinum, siga tey. Tað merkir, at viðskiftafólkini fáa 10 prosent av tryggingargjaldinum, tey hava goldið í tryggingargjøldum, aftur.