Høvdu fimm mánaðir um at svara

Tað er átaluvert, heldur Løgtingsins umboðsmaður


Tað er átaluvert, at Heilsutrygd skal brúka fimm mánaðir um at svara einum fyrispurningi.

Tað heldur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Umboðsmaðurin fekk eina klagu frá fólki um, at Heilsutrygd ikki svaraði eini áheitan frá Føroya Kærustovni í sambandi við eina kæru.

 

Í hesum føri vildi Heilsutrygd ikki lata endurgjald fyri heilivág og ta avgerðina kærdi viðkomandi fyri Kærunevndina í almanna- og heilsumálum

 

Fyri at kunna viðgera kæruna heitti Kærustovnurin á Heilsutrygd um upplýsingar í sambandi við málið.

 

Men Heilsutrygd svaraði ikki og hóast kærustovnurin sendi tvær áminningar, hjálpti tað ikki.

 

Tí endaði málið hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum eisini bað Heilsutrygd um upplýsingar.

Men heldur ikki hesa ferðina svaraði Heilsutrygd og tí mátti Umboðsmaðurin aftur senda rykkjara og bað um svar alt fyri eitt.

 

Tá gjørdi Heilsutrygd vart við, at Kærustovnurin hevði fingið upplýsingarnar.

 

Løgtingsins Umboðsmaður staðfestir, at eftir øllum at dømi hendi einki í fimm mánaðir frá tí, at Heilsutrygd fyrstu ferð varð biðið um upplýsingar, hóast Kærustovnurin rykti tvær ferðir eftir svarið.   

 

Heilsutrygd hevur viðurkent fyri Løgtingsins Umboðsmanni, at tað dróg alt ov langt út at svara áheitanini frá Kærustovninum.  

Men Heilsutrygd hevur onga frágreiðing um, hví tað gekk so long tíð.

 

- Fyri mær at síggja er talan um ein fyrispurning frá Føroya Kærustovni, sum er lutfalsliga einfaldur at svara, og eg haldi tað vera átaluvert, at ein áheitan frá Føroya Kærustovni um eitt kæruummæli liggur óviðgjørd í fimm mánaðir, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Men av tí at Heilsutrygd hevur svarað Føroya Kærustovni, ger Løgtingsins Umboðsmaður kortini ikki meira við málið.