Í HB og føroyskum fótbólti yvirhøvur hevur leingi verið bíðað eftir, at verjuspælarin Hørður H. Askham aftur fór at vera førur fyri at spæla. Í fjør var hann lyklaspælari í HB verjuni og vann fast pláss á landsliðnum. Higartil í ár hevur hann verið skaddur, men nú er Hørður aftur á vøllinum. Í dag var hann í miðverjuni í fyrra hálvleiki, tá ið teir næstbestu hjá HB vóru á Skála. Millum liðfelagarnar vóru Tróndur Jensen, sum nýliga er komin fyri seg, eftir at hann hevur sitið uttanfyri við slitnum krossbandi í eitt ár. Í 5-0 heimasigrinum ímóti NSÍ síðsta leygardag var hann á næstbesta HB liðnum í fyrra hálvleiki, og í dag var hann á vøllinum í ein tíma. Eisini Heri Hjalt Mohr var millum teir fyrstu ellivu hjá HB. Hann var á vøllinum í knappliga 50 minuttir.
Men tað var Skála, sum skoraði málini. Úrslitið undir Mýruhjalla var 3-0 heimasigur eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Fyrsta málið skoraði portugisiski Carlos Ferreira, sum vísir seg at vera sannur fongur hjá skálamonnum. Í dag skoraði hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá var tað Bjarti Thorleifsson, sum átti uppleggið. Hetta var fimta ferðin, at Carlos Ferreira var málskjútti í ár.
Stórar 10 minuttir eftir steðgin økti Ari Ó. Ellingsgaard um leiðsluna til 2-0. Uppleggið átti Meinhard Janusarson. Ari Ó. Ellingsgaard er skrásettur fyri trý mál í ár.
Fýra minuttir seinni staðfesti Marjus Nón trivaliga heimasigurin. Marjus hevur skorað trý mál í ár.
Eftir fyrsta triðingin av kappingini er Skála greitt topplið við 24 stigum. HB er á áttanda plássi við 8 stigum.
Fríggjakvøldið eigur HB heimadyst ímóti B68, sum er á 9. plássi við 7 stigum. Leygardagin fer Skála at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.