Høllin skal dagførast

Ítróttarhøllin á Skála skal nú dagførast. Í nógv ár eru stigvísar ábøtur framdar á ítróttarhøllina á Skála. Syðri endi og niðara síða eru skift, umklæðingarhøli eru dagførd og hurðar eru skiftar. Sambært fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu verður takið á ítróttarhøllini á Skála eisini skift í 2016.

 

Feløgini hava í longri tíð havt ynski um at fáa dagført gólvið í ítróttarhøllini, tí verandi gólv er ótíðarhóskandi, serliga við atliti til stoytdoyving.  Runavíkar kommuna hevur í fíggjarætlanini játtað pening til nýtt gólv í ítróttahøllini á Skála.