HØJ tapti fyri øðrum uppflytingarkandidati

HØJ mátti lúta fyri Midtjyllandi á heimavølli

Landsliðsleikararnir, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tóku í dag ímóti einum øðrum uppflytingarkandidati í heimadysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Úrslitið av dystinum var, at vitjandi liðið, Midtjylland vann dystin 27-23. Í steðginum var Midtjylland á odda 14-10.

 

Úrslitið merkir, at HØJ datt niður á fjórða plássið í deildini. HØJ hevur 14 stig fyri 10 dystir. 

 

Rói skoraði eitt mál. Bjargingarprosentini hjá Paula eru ikki tøk. 

 

Liðið sum endar ovast flytur beinleiðis upp í bestu deildina, meðan liðini sum enda nummar tvey og trý spæla Play Off dystir um uppflyting. 

 

Midtjylland hevur 16 stig á triðja plássinum. 

 

Sunnudagin 19. november spælir HØJ móti Tønder á útivølli.