HØJ megnaði javnleik móti toppliði

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ tryggjaðu sær eitt týdningarmikið stig í niðurflytingarstríðnum

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini megnaðu í dag at tryggja sær eitt týdningarmikið stig í niðurflytingarstríðnum í deildini.

 

HØJ megnaði á heimavølli javnleik 22-22 móti Roskilde, ið er næstfremst í deildini. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

 

Amanda Foged skoraði til støðuna 22-21 til HØJ tá trettan sekund vóru eftir av dystinum. Men beint undan dystarloki var brotskast dømt til Roskilde, ið megnaði at javna til endaligu støðuna 22-22.

 

Marita skoraði tvey mál fyri HØJ.

 

HØJ er fimtaftast í deildini við 19 stigum. Trý stig eru niður til DHG, ið er triðaftast við 16 stigum. Trý tey niðastu liðini flyta niður í triðbestu deildina.

 

Komandi sunnudag kann HØJ tryggja sær plássið í deildini á heimavølli. Tá kemur botnproppurin, Aalborg HK á vitjan. 

 

HØJ endar kappingina á útivølli leygardagin 23. mars móti oddaliðnum, EH Aalborg.