Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ eru framvegis fremst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men teir eru í harðari kapprenning við Aarhus og Skive um at vinna deildina og harvið beinleiðis uppflyting til bestu donsku deildina.
HØJ vann í dag á heimavølli stórsigur 35-24 á Faaborg. HØJ var á odda 16-11 í steðginum.
Aarhus uttan teir skaddu Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh vann á útivølli 29-27 (14-14) á Odder.
Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu greitt á útivølli 31-41 (16-22) fyri liðnum hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn. Kjartan er framvegis uttanfyri við skaða.
Pætur var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá suðuroyggjamonnum.
Í morgin klokkan 14 spæla Bogi Hansen, Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF dyst á heimavølli móti Tønder.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | HØJ | 21 | 39 |
| 2 | Aarhus HC | 21 | 37 |
| 3 | Skive | 21 | 35 |
| 4 | HC Midtjylland | 21 | 26 |
| 5 | Lemvig-Thyborøn | 21 | 26 |
| 6 | Tønder | 20 | 22 |
| 7 | FIF | 20 | 18 |
| 8 | Rækker Mølle | 21 | 16 |
| 9 | Odder | 21 | 15 |
| 10 | HC Odense | 21 | 15 |
| 11 | Team Sydhavsøerne | 21 | 15 |
| 12 | Norddjurs | 21 | 14 |
| 13 | Faaborg | 21 | 8 |
| 14 | Roskilde | 21 | 6 |











