Høgraekstremistur stuðlar Sea Shepherd

Í dag kom tvíkiljan hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, til Føroyar. Hesin bátur nevndur eftir gitna franska sjónleikaranum við sama navni, sum fyllir 80 ár í næsta mánaði.

Í dag kom tvíkiljan hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, til Føroyar. Hesin bátur nevndur eftir gitna franska sjónleikaranum við sama navni, sum fyllir 80 ár í næsta mánaði.

 

Brigitte Bardot var eitt tað kendast sex symbolið í fimmtiárunum, men tá hon var um fjøruti ára aldur trekti hon seg burtur úr filmsvinnuni og fór at stíðast fyri djórarættindum.

 

Hon býr í dag í Suðurfrankaríki, og hevur seinni árini verið kend fyri sína mótstøðu ímóti islam, innflytarum og homoseksuellum. Hon er fleiri ferðir dømd fyri racistiskar og diskriminerandi útsøgnir.

 

Men hon stuðlar Sea Shepherd og Paul Watson fíggjarliga og hevur latið teimum serbygda bátin, Brigitte Bardot, millum annað til at stríðast ímóti Føroyinum.