Høgni Hoydal: Løgtingsvalið kann ávirka HM

(Eg og mítt HM) Høgni hevur ein serligan kærleika fyri Ekvador og væntar, at Rooney og Fellaini fáa eitt gott HM

Høgni Hoydal er best kendur í leiklutinum sum formaður í Tjóðveldi. Hann hevur tó eisini stóran áhuga fyri ítrótti. Hann er íðin stuðul hjá hondbóltsfelagnum H71, og hevur eisini verið frásøgumaður til eitt nú landsdystir í sjónvarpinum.

 

Hann hevur fylgt við í enskum fótbólti í 42 ár og heldur við Manchester United. Hann stuðlar Onglandi og Ekvador, nú onki norðurland er komið víðari. Og so er hann millum tey fáu, sum vænta at belgiski miðvallarin hjá Manchester United, Marouane Fellaini, fer at nytta nakað til HM endaspælið.

 

Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?

 

- Eg hevði glett meg til og ætlað mær at fylgt væl við í HM í summar - saman við synunum og vinfólki. Men nú er løgtingsval í hondum. Tað kann koma beint inn í HM-kappingina. Ella tað kan koma nakað seinni. Men undir øllum umstøðum fara mínar stundir als ikki at vera til at fylgja HM eins og eg hevði ætlað. Men eg fari tó at royna at fylgja teimum liðum, ið eg havi tokka til - og so teimum avgerandi dystunum fram móti finaluni.

 

Hvørjum fert tú at halda við og hví?

 

- Havi altíð hildið við Onglandi fyrst og fremst. Og síðani við teimum Norðurlondum, ið hava verið við. Og so onkuntíð við onkrum undirmettum landi, sum skarar burturúr fram ígjøgnum kappingina. At eg haldi við einum gomlum hjálandaveldi sum Onglandi kann sjálvsagt tykjast løgið í politiskum ljósi. Men hetta er ikki politikkur.

 

- Tað kemst sjálvsagt av áhuganum hjá mær fyri enskum fótbólti, har eg havi verið óvikandi Manchester United- fjeppari síðani eg var 8 ára gamal (og tað skal sigast, at fram til eg var langt yvir 20, vunnu teir onki meistaraheiti hesi árini) . Og tí havi eg fylgt við hvørjum smáluti í enskum fótbólti í 42 ár, og geri tað enn.

 

- Nú er so onki Norðurland við - og tað er løgið og keðiligt. Teimum hevði eg sjálvsagt hildið við av mentanarligum orsøkum, samleikakenslu og tí vit kenna leikararnar og lesa nógv um teir. Eg havi tí gjørt av at halda við Ekvador eisini hesaferð. Tí at familjan hjá mær á pápasíðuni búði nøkur ár í Ekvador í fimmtiárunun, har abbi mín arbeiddi við at byggja eitt fiskavirki upp á einum útróðrarplássi. Og hóast eg ongantîð havi vitjað í Ekvador, havi eg hoyrt nógv og lisið nógv um hetta landið, har vanliga fólkið livir í stórum fátækradømi, og landið er útpínt av koloniveldi og altjóða fyritøkum. Eg hevði unt teimum at komið á fótbóltsheimskortð. Liðskiparin er Antonia Valencia úr Manchester United, og hann er ein sera dámligur leikari.

 

Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?

 

- Eg gleði meg mest til teir stóru dystirnar, har vónandi Ongland og. Ekvador fara at møta Argentina, Hollandi, Brasil ella Spania í teimum avgerandi cup-dystunum. Og so gleði eg meg eisini at síggja Belgia, sum hevur eitt sera spennandi lið og vóni, at tey afrikansku londini fara at gera onkran vør, tí tey og leikarar teirra eru alt ov undirmett í fótbóltsheiminum.

 

Hvat er títt fyrsta HM minni?

 

- Mítt fyrsta HM-minni er, at vit sótu í einum kjallara í Hoyvík. Eg var 8 ára gamal, og onkur av teimum eldru dreingjunum høvdu smalfilm við myndum frá HM í 1966 og 1970. Seinni sama ár sóu vit eisini smalfilm frá finaluni í 1974 millum Vesturtýskaland og Holland. So har komu menn sum Pelé, Gordon Banks, Bobby Charlton, Sepp Maier, Gerd Müller, Franz Beckenbauer, Johan Cruyff, Neskens o.s.fr. inn í mín hugaheim.

 

 

Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?

 

- HM í 1982 í Spania stendur mær eina sterkast í minninum. Her vóru jú Brasil og Argentina við sera sterkum liðum og framúr einstaklingum. Italia kom í ein millumbólk saman við júst hesum báðum liðum, og hevði spælt sera illa í bólkaspælinum og mundi verið útsligið. Men Italia fór knappliga at spæla sum einglar og vunnu sera spennandi dystir á Brasil og Argentina. Og teir vunnu alt - og finaluna ímóti Vesturtýskalandi. Paolo Rossi gjørdist toppskorari.

 

- Hetta var áðrenn Sjónvarp Føroya, men til hetta HM vórðu dystir sendir í Sjónvarpsfelagnum - og teir komu dagar seinni. Tí ráddi um ikki at hoyra úrslitini áðrenn. Og so at royna at sleppa inn til onkran, sum hevði sjónvarp. M.a. vóru vit nakrir vinmenn, sum vóru í summarhúsi á Selatrað. Og vit bankaðu uppá í einum grannahúsi, har vit sóu eina sjónvarpsantennu og bóðu sleppa okkum at hyggja at Italia og Argentina. Og tað var gaman í.

 

Hvør væntar tú vinnur HM?

 

- Eg vóni at Ongland vinnur, men vænti at Argentina ella Holland vinna HM.

 

Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?

 

- Eg bæði vænti og vóni, at Wayne Rooney fer at fá eitt gott HM. Men bestu leikarar fara at vera Yaya Touré frá Fílabeinsstrondini, Lionel Messi hjá Argentina og so - ja, fólk fara at halda meg vera øran, tí hann hevur verið so vánaligur í United - Fellaini hjá Belgia. Hann fer knappliga at koma fyri seg, rokni eg við.

Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen

Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør

Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen

Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen