Høgni Hoydal í arbeiðsklæðum

Myndamaðurin hjá Blits! fekk eyga á Høgna Hoydal, eisini kendan frá Løgtinginum, til arbeiðis í Vágsbotni. Saman við øðrum, fekst hann við at seta pallin upp til Voxbotn leygardagin.

                                                               

Høgni greiðir frá, at tað er gjøgnum H71, at hann er endaður niðri í Vágsbotni í dag. Hann hevur verið virkin í felagnum í størri ella minni mun í nógv ár, og skal í dag hjálpa einum dreingaliðið hjá H71 at seta palllin upp.

 

- Eg var virkin í H71 í mínum ungdómsárum, inntil eg fór niður. Eg sat í nevndini og var m.a. kassameistari. Eftir at eg kom aftur til Føroya havi eg ongantíð megnað at verða so virkin, sum eg skuldi ynskt, men eg brenni fyri felagnum, ið á mangan hátt er mítt hjartabarn, sigur Høgni Hoydal, sum nú altso roynir seg sum pallsmið til Voxbotn.