Høgni, Høgni og Pætur í Reinsarínum

Seinasta konsertin í Reinsarínum í 2014 verður í kvøld klokkan 21.

Reinsaríið letur dyrnar upp til seinastu konsertina í 2014 leygarkvøldið 27. desember kl.21. Konsertin verður við Høgna Reistrup. Við sær á palli hevur hann Høgna Lisberg og Pætur Zachariasson. 



Á skránni verða løg av nýggju útgávuni Áðrenn vit hvörva, sum er umtalað við nógvum rósandi orðum.

 

Áðrenn vit hvörva varð givin út í Týsklandi fyri einum mánaði síðani. Har hevur hon fingið góða umrøðu og verið nógv at hoyrt í týskum útvarpsstøðum.

 

Soleiðis skrivar Tónleikasamtakið Grót um nýggju útgávuna:

- Áðrenn vit hvörva er eitt so framúr gott tónleikaverk. Telist uttan iva ímillum bestu føroysku tónleikaútgávur nakrantíð. Í samstarvi við Janus Rasmussen og Ólav Jákupsson, ið hava framleitt útgávuna, hevur Høgni Reistrup megnað at skapt ein tónlistarligan varða í føroyskari tónleikasøgu.

 

Konsertin verður í Reinsarínum 27. desember kl. 21.00.