Høgni: HB skuldi ikki vinna FM í Fuglafirði

Andrew av Fløtum ásannaði, at ringa byrjanin á dystinum gjørdist dýr

Effodeildin: Liðskiparin hjá ÍF, Høgni Zachariasen segði við Trónd Arge á Rás2, at teir vildu undir ongum umstøðum hava, at HB vann FM-heitið í Fuglafirði. Høgni er sera væl nøgdur við serliga tann fyrsta partin av dystinum, har ÍF stýrdi øllum, og fingu tvey mál.

 

Høgni ásannar, at møguleikin hjá ÍF er framvegis ikki serliga stórur, men teir fara eftir tí lítla møguleikanum.

 

HB-veteranurin, Andrew av Fløtum ásannaði, at tann vánaliga byrjanin, har teir koma afturum 0-2 gjørdist dýr. Andrew av Fløtum helt tó fyri, at hetta fer at tendra spælararnar til venjingarnar komandi vikurnar, og teir hava stóra tiltrúgv til, at FM-heitið kemur í hús, tá TB kemur á vitjan um fjúrtan dagar.

 

Undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Andrew av Fløtum og Høgna Zachariasen. Fremst ber til at hoyra frásagnina hjá Tróndi Arge av 1-0, 2-0 og 3-1 málunum hjá ÍF. Símun Samuelsen var viðmerkjari.