Í gjárkvøldið kom Høgiklettur hjá Varðanum í Gøtu úr Norðurnoregi við sløkum 200 tonsum av toskarhøvdum til Høvdavirkið í Leirvík og 50 tonsum av toski til saltfiskavirkið hjá Faroe Origin á Toftum.
Skipið legði til bryggju Runavík, har høvd og fiskur vórðu landað.
Stjórin á Høvdavirkinum, Eirikur á Húsamørk, var millum teirra, sum var við á ferðini við Høgakletti.
Hetta er líka sum ein royndarverkætlan, sum Varðin, Faroe Origin og Høvdavirkið eru saman um. Høvd og fiskur eru keypt úr Norðurnoregi, har toskavertíðin í Lofoten nú er av.
Tað var júst ein vika í gjár, síðan Høgiklettur fór úr Føroyum, og høvd og fiskur eru goymd í ísvatni og hava soleiðis ongantíð verið fryst.
Eirikur á Húsamørk sigur, at um nakrar vikur fæst at síggja, hvussu høvdini fara at roynast, men hann heldur, at bæði høvd og fiskur, sum keypt eru úr Noregi, síggja gott út.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Høvdavirkið hevur keypt toskarhøvd úr Noregi til virkingar í Føroyum. Felagið hevur áður leigað bátar, sum hava ført toskarhøvd heim til Føroya.
Í ár er skipanin í Lofoten tó broytt, soleiðis at fiskurin verður seldur virkjunum við høvdinum á, og tí varð hesaferð neyðugt hjá Høvdavirkinum at kappast á jøvnum føti við aðrar keyparar av høvdum í Noregi.
- Tað kemur ein øgilig rúgva av toski upp á land í Lofoten í vártíðini, og vit eru ógvuliga spentir eftir, hvussu verður næsta vár. Málið hjá okkum er at gera fleiri túrar til Noregs næsta vár at keypa høvd og fisk til virkingar í Føroyum, sigur Eirkur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík.