Høgætt og kaldari næstu dagarnar

Næstu dagarnar verður hann høgur í ættini. Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig.

Næstu dagarnar verður hann høgur í ættini. Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 11 stig.

 

Tað sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum.

 

Í morgin verður sama veðrið, men eitt sindur kaldari, hitin verður millum 6 og 9 stig.

 

Seinni í vikuni verður enn kaldari, hósdagin og fríggjadagin sigur hann frá hita millum 3 og 7 stig.

 

Hoyrið veðurtíðindini við Peturi Skeel Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.