Hodgson: Eg mátti koma aftur

- Føroyar er sterkasta minnið í mínari tónleikakarrieru, sigur Roger Hodgson

 

Roger Hodgson er aftur í Føroyum. Hesaferð gekk ferðin til Føroya sum smurt. Seinast hann var her, var hann seinkaður í tveir dagar orsakað av veðri. 


Í 2006 fleyg Roger Hodgson fleiri ferðir til Føroya, men lendi ikki fyrr enn seint leygarkvøld. Hann var flogin til Klaksvíkar í tyrlu og hevði framførslu tíðliga sunnumorgun. Løtan var gandakend og stendur sterk í minninum á fólki, sum vóru til staðar.

 

Eisini fyri Roger Hodgson var ferðin og framførslan í Føroyum í 2006 heilt serstøk. 

 

– Føroyar er mítt sterkasta minni í einari langari tónleikakarrieru, sigur hann.

 

Roger Hodgson sigur, at hann hevði ikki ætlað sær at spælt, tá ið hann kom so nógv seinkaður til Føroya í 2006, tí hann var ikki vísur í, at hann orkaði at syngja. Men tá ið hann sá fólkini bíða eftir sær, bleiv hann rørdur og broytti hugsan.

 

Supertramp legendan hevur í fleiri ár sagt, at hann mátti koma aftur til Føroya at vitja, og hann er sera fegin um at hava fingið møguleikan aftur.

 

– Upplivingin seinast hevur skapt eitt serligt samband millum meg og Føroyar, sigur Roger Hodgson. 

 

– Eg eri virkuliga glaður fyri at vera aftur her, tí í nógv ár havi eg tosað við umboðsmannin hjá mær og sagt "vit mugu fara aftur!". Eg havi bólkin hjá mær við hesa ferð og vænti, at hetta verður eitt undurfult kvøld, sigur hann.

 

Omanfyri sæst samrøðan, sum Summar Festivalurin hevur gjørt við Roger Hodgson. Hann kemur á pallin í kvøld klokkan 22:00.