So er annað norðurlandið klárt til HM-hálvfinalurnar í hondbólti hjá kvinnum. Nú manglar bert, at Danmark knógvar Montenegro, so vera bæði Noreg, Svøríki og Danmark at finna millum tey fýra hálvfinalaliðini.
Svøríki vann ein greiðan 27-20 sigur á Týsklandi í fjórðingsfinaluni, ið var leikt í Boxen høllini í Herning.
Avrikið í fyrra hálvleiki var framúr gott hjá Svøríki. Tá 15 minuttir vóru leiktir var Svøríki á odda 8-1, og í steðginum vóru tær á odda 16-6. Í seinna hálvleik megnaði Týskland at minka til 18-22 áðrenn Svøríki dróg frá Týsklandi aftur.
Fríggjadagin spælir Svøríki móti Fraklandi í hálvfinaluni, ið eins og Svøríki hevur vunnið allar sjey dystirnar í kappingini higartil. Dysturin verður leiktur í Boxen høllini í Herning.
Svøríki – Týskland 27-20 (16-6)
Svøríki : Linn Blohm 5, Jenny Carlson 5, Jamina Roberts 5, Olivia Mellegard 5, Jenny Carlson 4, Elin Hansson 2, Tyra Axnér 1.
Týskland : Amelie Berger 4, Viola Charlotte Leuchter 4, Alina Grijseels 4, Johanna Maria Stockschläder 2, Meike Schmelzer 2, Antje Döll 1, Emily Bölk 1, Annika Lott 1, Lisa Carolin Antl 1.