Svøríki kann í dag spæla seg í hálvfinalurnar við HM. Alt sum krevst, er ein sigur á Montenegro klokkan 11.30.
Fyri 24 tímum var støðan ikki eins einføld. Tá hevði Spania ein málmun, sum var 18 mál betri, men eftir at Svøríki vann við 12 málum á Rumenia, tóktist tað at vera gjørligt at taka seinastu seks málini aftur í dag.
Serliga tí at Spania í morgun skuldi spæla ímóti Russlandi, sum higartil hevði vunnið allar sínar dystir við í minsta lagi sjey málum.
Og í dag, ímóti Spania, var Russland enn einaferð eirindaleyst, og smurdi Spania av við úrslitinum 36-26.
Sostatt er málmunurin hjá Svøríki fýra mál betri enn Spania, og sviar eru í hálvfinaluni við tveimum stigum ímóti Montenegro, ið spælir fyri at sleppa í OL- undankappingina. Tað hevði verið tryggjað við einum sigri.
Sí eisini:
HM: Svøríki fekk sín stórsigur
HM: Russland herjar ímóti gullinum
Støðan í bólki 1:
Bólkur 2 | Tjóð | Dystir | Málmunur | Stig |
1 | Russland | 5 | 44 | 10 |
2 | Spania | 5 | 8 | 7 |
3 | Svøríki | 4 | 12 | 5 |
4 | Montenegro | 4 | -3 | 4 |
5 | Japan | 4 | -24 | 0 |
6 | Rumenia | 4 | -25 | 0 |