Brasilski Neymar er ikki til at blíva klókur uppá.
Nú Cristiano Ronaldo og Lionel Messi ikki longur eru partur av HM-endaspælinum er lítil ivi um, at Neymar er tann spælarin í kappingini sum fótbóltsliga hevur tað størsta talentið.
Men tað sum yvirskuggar talentið hjá Neymar, og sum kemur at kosta honum tá Ballon d´Or og aðrar virðislønir skulu handast er øll spilltíðin, har Neymar óneyðuga liggur á vøllinum og letst til at hava so ilt, at ein skuldi trúð at hann var raktur av einum byrsuskoti.
Sveisiska sjónvarpsrásin, RTS hevur nú roknað seg fram til hvussu nógvar minuttir Neymar samanlagt hevur ligið á vøllinum, har hann hevur rullað seg aftur og fram á vøllinum við "stórari pínu".
RTS hevur roknað seg fram til, at Neymar hevur ligið á vøllinum í samanlagt 14 minuttir í teimum fýra HM-dystunum Brasil hevur spælt higartil. Bara í dystinum ímóti Meksiko lá Neymar á vøllinum í fimm og ein hálvan minutt.
RTS boðar frá, at eingin annar HM-spælari er í námind at liggja so nógv á vøllinum sum Neymar.
FIFA hevur tó kunngjørt onnur hagtøl sum vísa, at Neymar er tann spælarin í HM-endaspælinum, ið oftast er taklaður av mótstøðuspælarum.
Á jaligu síðuni skal nevnast, at Neymar hevur skorað tvey mál, og hevur lagt upp til eitt mál higartil í HM-endaspælinum.
Á sosialu miðlunum florera videobrot har gjøldur verður gjørt við Neymar og "rullarínum" hjá honum. Tað besta videobrotið er úr Týsklandi og sæst HER