Í dag er fyrsti dagur í HeimsMeistarastevnuni á langgeil 2017, sum í hesum døgum verður hildin í ungarska høvuðsstaðnum Budapest. Kappingin byrjar í morgun og endar sunnukvøldið 30. juli.
Fýra svimjarar umboða í ár Føroyar til HeimsMeistarastevnuna, og skulu tveir teirra longu í hylin í dag. Tey fýra sum umboða Føroyar í ár eru Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Signhild D. Joensen úr Ægir og Sára R. Nysted og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag.
Tað eru tey bæði umboðini úr Suðuroyar Svimjifelag, ið eru fyrst í hylin av føroysku umboðunum. Sára R. Nysted skal kappast í 200 metrar blandað, meðan Róland Toftum skal svimja 100 metrar bringu. Bæði svimja í dag.
Fyrsta kappingin hjá Signhild D. Joensen verður í morgin, tá hon skal svimja 100 metrar rygg, meðan Óli Mortensen má bíða til týsdagin, áðrenn hann sleppur at kappast í 800 metrar frí.
Sambært heimasíðuni svimjing.com, so er hetta kappingarnar, ið føroysku svimjararnir luttaka í.
Sun 23. juli: Sára 200 blandað og Róland 100 bringu
Mán 24. juli: Signhild 100 rygg
Týs 25. juli: Róland 50 bringu og Óli 800 frí
Mik 26. juli: Føroyar 4×100 blandað mix
Hós 27. juli: eingin føroysk luttøka
Frí 28. juli: Signhild 200 rygg
Ley 29. juli: Óli 1500 frí, Føroyar 4×100 frí mix
Sun 30. juli: Sára 400 blandað