HM kann enda í Onglandi

Ongland er við í kappingini um at verða vertur fyri HM endaspælinum í fótbólti í 2018, og sambært Franz Beckenbauer eru møguleikarnir góðir fyri, at Ongland fær vertskapin.- Um HM endaspælið í 2018 verður hildið í Europa í 2018, so rokni eg við, at tað verður í Onglandi, sigur Beckenbauer.

Avgerðin um, hvør skal hýsa kappingini verður tikin í desember mánaði.