Italia, ið tekur lut í fyrsta HM-endaspælinums síðani 1997 heldur fram við at hugtaka hondbóltsheimin.
Í innleiðandi bólkaspælinum vann Italia greiðar sigrar á Algeria og Tunesia, og í dag vunnu teir greiðan sigur í fyrsta dystinum í HM-millumbólki 2.
Í dag vann Italia 25-18 á Kekkia í Boxen høllini í Herning. Í steðginum var Italia á odda 14-9.
Domenico Ebner í italska málinum bjargaði 44 prosent av málroyndunum, og átti sín stóra lut í sigrinum.
Í sama bólki vann Sveis stórsigur 37-26 (20-11) á Tunesia.
Triði dysturin er millum Danmark og Týskland. Danmark var á odda 24-18 í steðginum.
Danmark, Týskland og Italia hava fýra stig hvør. Sveis hevur trý stig, Kekkia hevur eitt stig, og Tunesia er aftast við ongum stigi.
Kekkia-Italia 18-25 (9-14)
Toppskjúttar Kekkia: Dominik Solák 5, Tomáš Babák 2, Lukáš Morkovský 2, Daniel Reznický 2, Jan Blecha 2.
Toppskjúttar Italia: Andrea Carlo Parisini 5, Tomas Bortoli 4, Leo Prantner 4.
Sveis-Tunesia 37-26 (20-11)
Toppskjúttar Sveis: Lenny Rubin 7, Luka Maros 7, Gino Steenaerts 6, Samuel Zehnder 6.
Toppskjúttar Tunesia: Islem Jbeli 11, Ghassen Toumi 4, Yassine Ben Salem 3.
21. januar: Sveis-Tunesia 37-26 (20-11)
21. januar: Kekkia-Italia 18-25 (9-14)
21. januar: Danmark-Týskland (klokkan 19.30)
23. januar: Tunesia-Kekkia (klokkan 14.30)
23. januar: Italia-Týskland (klokkan 17)
23. januar: Danmark-Sveis (klokkan 19.30)
25. januar: Italia-Sveis (klokkan 14.30)
25. januar: Kekkia-Danmark (klokkan 17.)
25. januar: Týskland-Tunesia (klokkan 19.30)