HM í mannshondbólti: Dystir at halda eyga við

Í dag eru 6 dystir á skránni HM í manshondbólti, sum verður spælt í Danmark og Týsklandi. Her fara vit at nevna teir, ið vit halda verða teir mest áhugaverdu í dag:

Í dag eru 6 dystir á skránni HM í manshondbólti, sum verður spælt í Danmark og Týsklandi. Her fara vit at nevna teir, ið vit halda verða teir mest áhugaverdu í dag:

 

Russland ímóti Brasilia kl 14:30

Bæði hesi liðini hava bergtikið í kappingini higartil. Russland byrjaði kappingina við at spæla javnleik ímóti Serbia. Síðani megnaðu teir at vinna á sameinada Korea. Ígjár tóku teir øll á bóli, tá ið teir spældu javnleik ímóti Týsklandi í Berlin.

 

Brasilia byrjaði kappingina við at tapa við tveimum ímóti heimsmeistarunum úr Fraklandi. Hetta var tó eitt ótrúliga gott avrik, nógv betur enn væntað. Síðani taptu teir við 13 ímóti Týsklandi, áðrenn teir í gjár megnaðu at vinna ímóti Serbia. Alt í alt ein spennandi dystur, har man kanska væntar, at russar draga longsta stráið.

 

Danmark ímóti Eysturríki kl 19:45

Danir byrjaðu sum væntað við tveimum greiðum sigrum ímóti Kili og síðani Tunesia. Í gjár vunnu danir eisini greitt ímóti Saudi Arabia, men ikki vístu teir sama vilja ella spæligleði sum í teimum fyrstu dystunum.

 

Føroyski Jóhan á Plógv kom væl inn frá bonkinum og skoraði fýra mál.

 

Danski venjarin Nicolaj Jacobsen var tó alt annað enn nøgdur við avrikið og fekk ikki spart teir spælarar, sum ætlað var.

 

Eysturríki hevur ikki gjørt tað so væl sum man kanska hevði væntað. Teir byrjaðu kappingina við at vinna á Saudi Arabia, og síðani taptu teir við heili 7 málum móti Kili.

 

Aftan á hendan skelkin taptu teir við 10 málum ímóti Norra. Uppgávan gert ikki lættari í kvøld.

 

Frakland ímóti Týsklandi kl 19:30

Hetta er helst stórsti dystur í hesum endaspælinum higartil. Hann er ímillum tvey lið, sum bæði hava vunnið gull tey seinastu árini. Frakland hevur sum vant gjørt reint borð, men teir eru ikki so sterkir sum undafarin ár.

 

Frakland var í trupuleikum ímóti Brasilia og vann bert við tveimum. Men eg vænti, at tað verður sama søga sum undanfarin ár, og at Frakland verða best tá teir avgerandi dystirnir skulu spælast. Tó er ikki vist um stóra franska stjørnan Nikola Karabatic verður klárur í hesum endaspælinum, hetta hevði verðið ein stórur missur.

 

Týskland hevur eisini sæð eitt sindur rustað út. Teir vunnu tveir teir fyrstu dystirnar, men komu í trupuleikar ímóti Russlandi, har teir bert spældu javnleik.

 

Álopsspælið hevur haltað hjá Týsklandi higartil, og teir skoraðu bert 22 mál ímóti Russlandi, hetta verður ikki nokk ímóti Fraklandi.

 

Hetta verður ein opin dystur, Týskland hava heimavøllin so hettar kann koppa báðar vegir.