HM: Frakland vann bronsu á fimta sinni

Bert eitt mál skilti Frakland og Portugal í bronsudystinum

Í teimum allarseinastu sekundinum í HM-bronsudystinum millum Frakland og Portugal hevði António Areia hjá Portugal møguleikan at javna til 35-35, og harvið tryggja Portugal longda leiktíð í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo. Men hann loftaði illa sendingini hann fekk, og Charles Bolzinger bjargaði royndini, so fraklendingar kundu stórfegnast um fimta HM-bronsuheiðursmerki hjá Fraklandi í søguni.

 

Frakland var á odda 19-17 í steðginum. Tað eydnaðist Portugal at leggja seg á odda 26-24 í seinna hálvleiki. Men Fraklendingar fingu høvdið fyri seg, og løgdu seg framum 27-26. Seinastu løtuna leikaði tað javnt á, men fraklendingar høvdu royndirnar til slíkar dystir, og tað gjørdi lítla munin, tá samanum kom.

 

Portugal hevur tó nógvan heiður uppibornan fyri teirra besta HM-endaspæl nakrantíð. 

 

Klokkan 17 spæla Danmark og Kroatia HM-finaluna í Unity Arena.

 

Frakland-Portugal 35-34 (19-17) - HM bronsudystur

 

Frakland: Aymeric Minne 10, Dylan Nahi 6, Dika Mem 4, Julien Bos 4, Ludovic Fabregas 4, Elohim Prandi 3, Thibaud Briet 2, Melvyn Richardson 2/2.

Bjargingar: Charles Bolzinger 8/1, 32% – Rémi Desbonnet 4, 19%.

Portugal: Francisco Costa 8, Victor Iturriza Alvarez 7, Martim Costa 5, António Areia 3, Pedro Portela 3, Rui Silva 3, Salvador Salvador 2, Leonel Fernandes 1, Luís Frade 1, Fábio Magalhaes 1.

Bjargingar: Gustavo Capdeville 11, 31% – Diogo Marques 2, 15%.