HF Karlskrona tók ikki av tá kappingarneytarnir snávaðu

Karlskrona megnaði ikki at vinna seg upp á eitt endaspælspláss

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona eru í harðari kapprenning við Ystad og Önnered om tey seinastu endaspælsplássini í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað ótrúliga var, at øll trý liðini taptu sínar dystir í kvøld, og tey hava øll 26 stig undan seinasta leikumfarinum.

 

Tróndur og liðfelagarnir taptu á heimavølli 34-39 fyri AMO, ið var á odda 22-18 í steðginum. Tróndur skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál (assist).

 

Karlskrona er á níggjunda plássinum, og eru í løtuni akkurát ov stuttir at røkka endaspælinum. 

 

Mikukvøldið 25. mars klokkan 18 spælir Karlskrona seinasta dystin í grundspælinum. Dysturin verður leiktur í Eskilstuna móti Guif. 

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld seinasta dystin á heimavølli í grundspælinum. Hallby vann í kvøld stórsigur 32-22 á Guif. Í steðginum var Hallby frammanfyri við tveimum málum, 14-12. Rói skoraði trý mál og legði upp til tvey mál.

 

Hallby er fjórðaftast í deildini við 19 stigum. Endar Hallby fjórðaftast skulu teir spæla Play Off dystir móti fjórðbesta liðnum í næstbestu deildini. Í løtuni liggur Kroppskultur fjórðfremst í næstbestu deildini.

 

Hallby endar grundspælið við dysti á útivølli móti Malmö. Hann verður leiktur mikukvøldið 25. mars klokkan 18.