Norðlýsið skrivar, at John Havn, sum í fjør vann FM í egning á Føroya Sjómannadegi fer um
vikuskiftið til Kollefjord í norður Noregi at kappast um heimsmeistaraheitið
í egning móti Norra og Íslandi. Kappingin verður á “Fiskeridagene” í
Kollefjord í norður Noregi. Við í ferðalagnum úr Føroyum eru eisini umboð
fyri Føroya Sjómannadag, og harafturat er borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn O. Jacobsen, og leiðarin á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráð, Dávur Winther. Teir verða gestir hjá Býráðnum í Kollefjord.