Man bjóðar seg fram í politikki, tí man hevur hjartamál.
Allir flokkar, sum stilla upp til løgtingsvalið, eru helst samdir um, at tað er gott og sunt, tá samfelagshjólini mala.
Vit í Tjóðveldi hava tó ta greiðu fatan, at vinnuligur framburður ongantíð má fara fram, uttan fyrilit fyri trygd og heilsu hjá løntakarunum.
Onki bendir tó á, at sitandi samgonga hevur somu fatan. Hinvegin bendir tó alt á, at samgongan heldur, at ein vandamiklari arbeiðsmarknaður er ein rímiligur kostnaður at gjalda. Greiðasta prógvið um hetta er, hvussu Arbeiðseftirlitið fyrilitarleyst er spart fullkomiliga í grús og niðurlagt sum sjálvstøðugur stovnur – meðan Sambandsflokkurin hevur havt málsøkið um hendi.
Í besta føri skyldast skilaleysa avgerðin, at hendan politiska konstallatiónini als ikki hevur skilt týdningin av einum stovni sum Arbeiðseftirlitið. Í ringasta føri er hetta tilætlað hasardspæl við trygdini og heilsuni hjá løntakarunum.
Føroyum tørva eitt vælvirkandi og sterkt Arbeiðseftirlit, sum við eftirliti, ráðgeving og leiðbeining kann tryggja, at trygdin kemur í hásætið á arbeiðsplássunum – soleiðis, at løntakarin kann koma heim frá arbeiði eins frískur, sum tá viðkomandi fór til arbeiðis.
Sum er, fær Arbeiðseftirlitið einans 3,51 milliónir krónur á fíggjarlógini – og má tískil roknast millum mest undirfíggjaðu almennu myndugleikar í Føroyum.
Seinastu árini hava vit upplivað minst eina arbeiðstengda deyðsvanlukku á hvørjum ári; samstundis hava vit upplivað fleiri vanlukkur við álvarsligum persónsskaðum – har tann skaddi hevur mist allan ella stóran part av sínum arbeiðsførleika.
Orsøkin til at arbeiðsumhvørvisøkið skal verða raðfest er sjálvandi fyrst og fremst, at hetta er nakað vit, sum framkomin tjóð, skylda okkara løntakarum. Harumframt er tað samfelagsbúskaparliga sjálvsagt, at ein munandi økt játtan til Arbeiðseftirlitið hevði spart landskassanum stórar upphæddir, um úrslitið bara var, at Arbeiðseftirlitið fekk fyribyrgt nøkrum av teimum mest álvarsomu arbeiðsóhappunum hvørt ár. Sparingin liggur í teimum mongu milliónunum, sum arbeiðsóhappini kosta samfelagnum í bráðfeingis sjúkraviðgerð, langtíðar sjúkraviðgerð, endurvenjing, almannaveitingum og mistari skattainntøku.
Fíggjarstøðan er tískil eingin umbering fyri ikki at styrkja Arbeiðseftirlitið munandi.
Summi hava eisini ført fram, at Føroyar er somikið framkomið, at okkum ikki tørvar eitt Arbeiðseftirlit longur. Um hugt verður eftir grannalondum okkara, so er hetta beinleiðis skeivt. Sambandið er hinvegin, at jú meira framkomið samfelagið er, jú størri íløgur verða gjørdar fyri at menna eitt sterkt Arbeiðseftirlitið – og harvið skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi.
Sum tjóð eiga vit at verða somikið framskygd, at heldur enn at niðarlaga sjálvsagdar myndugleikar uppraðfesta hesar munandi – soleiðis at teir fáa møguleika fyri at røkja verandi uppgávur og taka upp nýggju avbjóðingarnar - t.d. sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Verði eg valdur á ting, fari eg tískil, vegna Tjóðveldi, at virka fyri:
At Arbeiðseftirlitið verður endurstovnað sum ein almennur stovnur.
At endurstovnaða Arbeiðseftirlitið fær eina munandi økta játtan, soleiðis at verandi uppgávur kunnu loysast og nýggjar raðfestast.
Hetta er ikki ein spurningur um nøkur fá almenn størv, men um heilsu og trygd hjá út ímóti 24.000 føroyskum løntakarum.
Víst skulu hjólini mala, men tey skulu ikki syndra løntakaran. Hetta er mítt hjartamál.
Jóhan Carl Dam
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi