Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð
Eg má viðganga, at eg í knappari vend hevði ilt við at taka eitt mál fram um onnur. Svarið bleiv tí tað einfalda, at eg havi bara hjartamál fyri Havnina.
Havnin er ein góður býur at búgva í. Havnin er okkara kulla. Her tími eg at vera. Eg stórtrívist millum fólkini og húsini í Havn, og eg veit, at tað eri eg ikki einsamallur um.
Vit eru mong, sum hava tað felags mál, at Havnin skal vera ein góður, vinarligur, vakur, reinur og virksamur býur at búgva í og koma til. Her skal vera lív og gróður og menning. Men hetta kemur ikki bara av sær sjálvum.
Fyri framman eru stórar og spennandi avbjóðingar, sum seta krøv til borgararnar og tey, sum stíla fyri í Tórshavnar Kommunu. Vit mugu leggja okkum eftir, at býurin fylgir við menningini á øllum økjum, og at kommunan er før fyri at útinna sín týðandi leiklut í landinum og Atlantshavinum.
Ongantíð er meiri aktuelt enn nú at gera sær hugsanir og leggja ætlanir um framtíðina hjá okkara høvuðsstaði. Tann minkandi heimurin og tann vaksandi altjóðageringin geva okkum møguleikar, sum vóru óhugsandi fyri bert fáum árum síðani.
Kollveltingin í telesambandi og ferðasambandi hava gjørt, at fjarstøðan hevur lítlan týdning longur. Umheimurin kann nú lættliga taka okkum við í sínar verkætlanir, og vit kunna fara upp í verkætlanir saman við umheiminum á mestsum jøvnum føti.
Fruktirnar av øllum hesum nýtíðar møguleikum skula sum frálíður síggjast aftur í Havn, og tað skal eisini síggjast aftur í Havnini, at útlit eru fyri olju undir Føroyum. Hesar avbjóðingar mugu takast við opnum sinni og stórum álvara og setast inn í karmar, sum hóska saman við okkara fyritreytum og mentan.
Nøkur av mínum hjartamálum fyri Havnina eru sostatt, at Havnin alsamt verður ein góður býur og høvuðsstaður at búgva og virka í, at Tórshavnar Kommuna altíð at skarar fram úr á Føroyakortinum, og at Havnin og Tórshavnar Kommuna til eina og hvørja tíð eru før fyri at útinna leiklutin sum miðstøðir í Norðuratlantshavi.










