Hjartafelagið havt aðalfund

Hjartafelagið er eitt áhugafelag, sum m.a. hevur til endamáls at upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur, og at eggja til fyribyrgingar av teimum við at stuðla og seta í verk heilsufremjandi uppalingarvirksemi.

At stuðla vísindaligari gransking av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldum teirra, fyribyrging og viðgerð.
Nevndin í Hjartafelagnum er nú henda:
Sólvá Dam, formaður; Leivur Johannesen, næstformaður; Marita A. Magnussen, kassameistari; Ása Poulsen, skrivari; Heðin Thomsen, nevndarlimur, og Esmi Olsen, tiltakslimur og Holger Hansen, tiltakslimur.
Hjartafelagið hevur seinastu 17 árini havt tiltøk ymsa staðni í Føroyum, har hildið hava verið fyrilestrar og fólk hava havt høvi at blíva kannað, m.a. blóðtrýst, blóðsukur og kolesterol. Hesi árini eru fleiri enn 5000 fólk kannað.
Næsta mál hjá Hjartafelagnum, er at fáa eina heimasíðu við m.a. ymiskum upplýsandi tilfari.

never mynd