Hjarnar við kjarna staðfestu leiðsluna

Hjarnar hava verið í oddasessinum í føroyskum rock- og popptónleiki í 30 ár og á Summarfestivalinum í Klaksvík prógvaði bólkurin, at enn verða teir ringir at syfta av trónuni. Við bæði nýggjari og gamlari manning savnaðari á palli hevði Hjarnar eina orkulødda framførslu, sum so avgjørt var millum tær allar bestu á festivalinum

Dagfinn Olsen

Hjarnar hava í ár 30 ár á baki sum bólkur. Bólkurin arbeiðir við at fáa fløgu út fyrst í komandi árinum.
Og øll tekin eru um, at vit kunnu vænta okkum okkurt gott!
Hjarnar spældu á Summarfestivalinum í Klaksvík leygardagin og serligt var, at øll manningin í bólkinum var savnað - manningin í dag og manning fyri eini 15 - 20 árum síðani.
Jørgin Dahl og Graham Stewart vóru aftur á gomlum gøtum. Tá teir einaferð miðskeiðis í áttatiárunum fóru aðrar leiðir, kom Ólavur Øster upp í bólkin. Hesir, saman við Karl Martin Samuelsen, Jógvan Olsen, Eyðun Nolsøe og Hans Black, stóðu á palli, og so var fullmannað.

Klárt á odda
Mong høvdu óivað hesa serstøku løtu, har kjarnin í bólkinum aftur var til staðar, sum eina yvirskrift til júst teirra festivalskrá. Jørgin Dahl hevur í stóran mun sett dám á føroyskan tónleik við frálíkum løgum, ið øll kenna, men hevur ikki verið nógv frammi síðstu árini, undantikið fyri fáum árum síðani, tá hann aftur gav fløgu út.
Og Hjarnar skuffaðu ikki. Dimmið hevði ikki lagt seg, tá Hjarnar kom á pall um 18 tíðina, og kanska kann vera trupult at skapa rætta huglagið í dagsljósi. Bæði millum áhoyrarar og tónleikarar.
Men Hjarnar lótu frá fyrstu stund ongan iva vera um, at her var ein bólkur í toppformi. Hjarnar er - enn sum áður - ein rockbólkur við góðum tónleikarum og góðum tilfari.
Orka var í framførsluni, so tað rættiliga merktist. Hóast nøkur still løg vóru á skránni, so eigur bólkurin so nógva orku og swing, og so nógv rættiligt rocktilfar við power í, at har var alt sum tað skuldi vera. Ljóðmyndin var eisini sera góð og tá Hjarnar í orkumiklum løgum rættiliga setti ferð á, so var veruliga talan um rock, ið blásti burtur allan iva og sum staðfesti, at teir eru enn í oddasessinum og at veteranarnir verða ringir at syfta av trónuni. Hesir menn hava verið við til at byggja upp søguna um Klaksvík, sum tónleikahøvuðsstað Føroya. Spurningurin er nú, um teir ikki staðfestu bæði seg sjálvar og hesa søguna leygardagin. Í hvussu er fingu vit at vita eina av orsøkunum til søguna.

Nýtt og gamalt
Tað er einki yvir at dylja, at Jørgin Dahl eigur heiðurin av nógvum góðum tilfari. Saman við Hjarnar og í øðrum bólkum.
Men Hjarnar hava hildið á uttan henda úrmæling og hava klárað seg væl. Løg hjá Karl Martin og øðrum eru frálík.
Stuttligt var tó at lata nostalgiina koma til sín rætt og hoyra gomlu løgini. Bæði av singleplátum og frá LP?ini We Come For You.
At hoyra Jørgin og Karl Martin syngja hvør móti øðrum og at hoyra Jørgin spæla Moog. Tað er hóast alt ikki so ofta, vit hoyra hetta longur og vit kenna og okkum dámar so væl hesi instrumentalløgini og tey eru og mugu vera við júst hesum serstaka ljóðførinum.
Breaking my Heart og aðrir "sjelarar" komu eisini til sín rætt. Breaking my Heart er óivað ein hin vakrasta rockballadan í føroyskum tónleiki. Men eisini nýggjari løg komu til sín rætt og eiga avgjørt sítt heiðurspláss, t.d. Í alla Nátt og so eitt nýtt lag - ongantíð áður framført - sum Hjarnar leikti so inniliga. Stilt og vakurt, so sum bert ein rættiligur rockbólkur kann framføra tað.
Allir tónleikararnir prógvaðu seg og bólkin. Karl Martin sang sera væl og tyktist at vera í toppformi. Bassur og trummur prógvaðu, at talan var um menn við røttu "tyngdini" og við royndum. Mest av øllum prógvaði Ólavur Øster tó, at - hóast hann hevði goymt seg aftast - so er og verður hann Øster. Ein rockguitari, sum swingar og ljómar sum eingin annar og solospølini fingu fleiri tónleikarar á Vágsbø at gevast við at trampa við stórutá, men ístaðin standa undrandi við hálvopnum munni í undran og virðing.
Tá Jørgin og Karl Martin so sungu Komið øll við og Hjarnar spældi við fullari ferð og setti eitt flott punktum, so var framførlan í hæddini og tey nostaligisku høvdi eisini fingið sítt.
Hjarnar høvdu eina framførslu, sum var super! So einfalt kann tað sigast. Har var orka og ferð á. Har var tað stilla og yndisliga. Ljóðmyndin gjørdi, at verkið gjørdist fullkomið.
Kjarnin í bólkinum kom saman og Hjarnar staðfestu bert, at enn eiga teir leiðsluna og teir verða ringir at taka. Framførslan var so avgjørt millum tær allar bestu á festivalinum, og tað sigur hóast alt ikki so lítið.