Hjalti í Jákupsstovu stendur ímóti hørðum ágangi

Hóast harðan ágang, hevur Hjalti í Jákupsstovu varðveitt og ment sítt arbeiðspláss og tí er hann í dag valdur til ársins leiðara Seinnapartin í dag eru ársins leiðarar valdir á Hotel Føroyum.

Tað er Synergi, sum hevur skipað fyri ársins leiðaradegi í dag og í tí sambandinum skuldu eisini ársins leiðarar veljast, bæði í privata vinnuni og hjá tí almenna.

Í dómsnevndini hava sitið Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla og Mary í Garði, stjóri á Nærverkinum.

Tey eru í dag komin til ta niðurstøðu, at stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, skal vera ársins leiðari hjá tí almenna í 2009.

- Hjalti í Jákupsstovu er framskygdur við áhaldandi at lýsa týdningin av gransking og menning, herundir røkt av okkara rávørutilfeingi, siga tey í grundgevingunum fyri at geva honum hendan heiður.

Men hann er eisini sjónligur í almenna rúminum og hóast mótgang og ofta stórar atfinningar, hevur hann varðveitt og ment sítt arbeiðspláss.

Hini bæði, sum vóru í uppskoti, vóru Petra Johnsdóttir, stjóri á almannastovuni og Tórmóður Stóra, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Eftir tilnevningina segði Hjalti í Jákupsstovu í viðmerking við Rás2, at ráðgevingin, sum Fiskirannsóknarstovan, í samráð við útlendsk vísindafólk, gevur føroyskum myndugleikanum um fiskastovnar og fiskivinnu, er frægasta ráðgevingin sum er, eisini tí at hon er óheft av øllum fíggjarligum áhugamálum.

Skipanin ger, at ráðini frá Fiskirannsóknarstovuni mestsum altíð eru at skerja. Av tí sama skilur hann fullvæl, at tey, sum virka í fiskivinnuni, ilskast inn á ráðgevingina, tí hvør vil fara niður í inntøku, spurdi hann.

Hann vónaði, at Fiskirannsóknarstovan ávirkar hugburðin hjá teimum, sum virka í vinnuni, tí tilfeingið er avmarkað og vit kunnu ikki veksa um vinnuna við at fiska meir.

- Einasti máti at skapa vøkstur, er at fáa meiri fyri tað, vit fiska og tað gerst best við at fiska so burðardygt, sum gjørligt, segði hann við Rás2.