Hjalti er stjørnuskotið

16 ára gamli Hjalti Toftum Jógvansson, varð kosin Ársins Stjørnuskot, tá Steypakappingin og Talvgallaveitslan varð hildin leygardagin við Gjógv. Innstillaðir vóru 3 unglingar, sum hvør í sínum lagi hava staðið seg væl í farna kappingarárinum. Unglingar í sera stórari menning. Umframt Hjalta vórðu innstillaðir: Unglingaføroyameistarin, Heiðrikur Tindskarð Jacobsen og Rógvi Egilstoft Nielsen, úr Sandavági. Tá talt varð saman, mettu telvararnir, at Hjalti hevði uppiborið heiðurin í ár, eftir eitt sera gott kappingarár. Styrkitalið er hækkað 255 stig og FM gull varð vunnið í 1. bólki á Páskum, umframt at FM heitið í U16 varð vunnið fyrr í kappingarárinum. Umframt snotuliga minnisplátu, stuðlar Talvsamband Føroyar Ársins Stjørnuskoti við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina.