Um ellivutíðinda í gjárkvøldið hendi eitt óhapp í Havnini, tá ein maður var farin at svíða fugl.
Maðurin stendur og svíður við gassi, men sum hann stendur har, byrjar at leka um hettuna, eldur kemur í gassið og áðrenn ein veit orðið av tí, fer fløskan í luftina.
Maðurin varð illa brendur, og varð tí sendur á Landssjúkrahúsið. Hjallurin fór illa, har bæði vindeygu og hurð vórðu blást út.
- Tað er ikki heilt vandaleyst at fáast við gass og tí mugu fólk vera sera ansin við gassfløskunum, sigur vakthavandi.
Av løgreglustøðini vóru tey ikki heilt greið yvir, hvussu støðan hjá manninum var í morgun.