Hjalgrím átti fyrsta rætt

Tað var avrátt frammanundan, at Hjalgrím Elttør skuldi skjóta, um NSÍ fekk brotsspark í Klaksvík leygardagin

Fótbóltur

 

Klaksvíkingarnir vóru ikki samdir við dómaran, tá ið hann í 2. hálvleiki bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ. Eiler Rasmussen metti, at innskifti unglingaspælarin Klæmint A. Olsen var feldur í brotsteiginum. Sjónleikur søgdu klaksvíkingar, men tað er dómarin, sum eigur síðsta orðið.

Klaksvíkingurin í NSÍ, Hjalgrím Elttør, fór beinanvegin eftir bóltinum, sum hann trygt setti í málið aftanfyri vinmannin og gamla liðfelagan Meinhard Joensen, ið plagar at bjarga nógvum brotsspørkum. So var støðan 2-2, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.

- Tað var avtalað frammanundan, at um vit fingu brotsspark, so skuldi eg skjóta, segði ógvuliga fegni Hjalgrím Elttør eftir dystarlok.

Hvussu kendist tað at vinna FM í Klaksvík við NSÍ?

- Eg havi altíð droymt um at verða føroyameistari. At vinna tað við NSÍ í Klaksvík var sjálvandi sera sjáldsamt, men tað var stórt, sigur landsliðsspælarin. Tá ið hann hevði skorað, fór hann tuskandi yvir ímóti nógvu NSÍ viðhaldsfólkunum, sum hildu til í skýlinum. Har skræddi hann troyggjuna av sær, og innanfyri var landsliðstroyggjan hjá franska Thierry Henry!

Í NSÍ hava teir greitt givið til kennar, at teir ógvuliga fegnir vilja hava Hjalgrím at halda fram í felagnum. Leygardagin hevði hann ikki tikið støðu. Tað ljóðar, at kreftir í Klaksvík arbeiða nógv fyri at fáa hann norður aftur til barndómsfelagið.

Tá ið KÍ vann FM í 1999, var Hjalgrím 16 ára gamal. Hann vandi saman við besta liðnum, men hann var ikki á vøllinum í nøkrum landskappingardysti.