Hjá trimum bilførarum varð hetta ein serliga dýrur dagur

Løgreglan gjørdi umfatandi ferðslukanningar mitt í Havnini í gjár

Dagin í gjár brúkti løgreglan upp á at gera ferðslukanningar mitt í Havnini.  Og har var nógv at gera hjá løgreglufólkunum.

 

Hetta var tað tey kalla grein 13 kanningar, har fleiri viðurskifti verða kannað. Tilsamans vórðu einir 140 bilar kannaðir, og í tí sambandi skrivaði løgreglan heili 31 bøtur.

 

Nakrir bilførarar fingu bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu, onkrir sótu ikki í trygdarbelti, á onkrum bilum vóru perur brostnar, og so vóru tað eisini onkrir bilførarar, sum ikki høvdu koyrikortið uppi á sær.

 

Men so vóru tað yvir 10 bilførarar, sum fingu bót tí at teir ikki høvdu skavað kava og ís av rútunum og speglunum Tað er eitt krav, at bilførarar reinsa rútarnar og speglini fyri kava og ís, tí annars er útsýnið hjá bilføraranum avmarkað.  

 

Bótin fyri ikki at gera tað, er 1000 krónur, men tað eru eisini dømi um, at útsýnið hjá bilføraranum hevur verið so ringt av kava og ísi, at hann hevur mist koyrikortið.

 

Men hjá trimum bilførarum varð dagurin í gjár serliga dýrur, tí teir fingu eina bót upp á heilar 5000 krónur. Tað fingu teir fyri at koyra hóast teir ikki høvdu koyrikort.

 

Í slíkum førum kann talan vera um bilførarar, sum aldrin hava havt koyrikort. Talan kann eisini vera um bilførarar, sum hava mist tað, men sum ikki hava fingið upp í lag at taka tað aftur, hóast frádømingartíðin er farin.

 

Ella talan kann vera um bilførarar, har koyrikortið er útgingið fyri aldur, men har teir ikki hava fingið tað endurnýggjað.