Hjørdis úr Skúvoy Kjærgaard, sum hevur virkað sum føroyskur og danskur sjómansprestur í Hull í Onglandi, fer nú í nýtt starv. Sunnudagin verður hon innsett sum sóknarprestur í Præstebo Kirke í Herlev
Hjørdis úr Skúvoy Kjær hevur føroysk ættarbond, og hon hevur virkað sum sjómansprestur í Onglandi í eina tíð. Føroyingar og danir hava felags sjómansprest í Onglandi, og ein fimtapartur av arbeiðstíðini hjá hesum sjómanspresti verður nýtt til føroyingar og føroyskar uppgávur.